Dømdur fyri blygdanarskemd

13.10.2015 - 13:12
InnlendisSamfelag
Dømdur fyri blygdanarskemd
76 ára gamal maður var ákærdur í tveimum førum fyri at royna at hava samlegu við ein hund og í einum føri fyri at hava havt samlegu við ein seyð

Maðurin er eisini ákærdur fyri at hava hótt eitt av vitnunum, og fyri brúksstuldur, tí maðurin átti ikki hundin sjálvur.

Maðurin noktaði seg sekan í øllum ákærum.

Eveline Andersen, ákæri í málinum, sigur, at hetta er serligt mál um blygdanarskemd.

Hoyr samrøðu við Eveline Andersen frá ákæruvaldinum.

Sambært djóraverndalógini er ikki ólóglig at hava kynsligt samband við djór, um djórið ikki líðir undir tí. Og í hesum føri er ikki prógvað, at hundur og seyður hava liðið av hesum.

Stutt fyri døgurða varð dómurin so kunngjørdur. Og maðurin er funnin sekur í viðurskiftunum við hundunum, men fríkendur fyri at hava gjørt seg inn á seyðin og at hótta vitni.

Maðurin er ikki persónkannaður, og tí verður eingin revsing ásett í dag, men støða verður bert tikin til, um maðurin er sekur. Tá persónkanningin er liðug verður støða tikin til, hvørja revsing maðurin skal hava.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823