- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dømdur fyri blygdanarskemd

Maðurin er eisini ákærdur fyri at hava hótt eitt av vitnunum, og fyri brúksstuldur, tí maðurin átti ikki hundin sjálvur.

Maðurin noktaði seg sekan í øllum ákærum.

Eveline Andersen, ákæri í málinum, sigur, at hetta er serligt mál um blygdanarskemd.

Hoyr samrøðu við Eveline Andersen frá ákæruvaldinum.

Sambært djóraverndalógini er ikki ólóglig at hava kynsligt samband við djór, um djórið ikki líðir undir tí. Og í hesum føri er ikki prógvað, at hundur og seyður hava liðið av hesum.

Stutt fyri døgurða varð dómurin so kunngjørdur. Og maðurin er funnin sekur í viðurskiftunum við hundunum, men fríkendur fyri at hava gjørt seg inn á seyðin og at hótta vitni.

Maðurin er ikki persónkannaður, og tí verður eingin revsing ásett í dag, men støða verður bert tikin til, um maðurin er sekur. Tá persónkanningin er liðug verður støða tikin til, hvørja revsing maðurin skal hava.

Sí eisini