- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brævatkvøður og long bíðirøð seinkaðu uppteljing
03.09.2015 - 13:46
Innlendis›Politikkur
Brævatkvøður og long bíðirøð seinkaðu uppteljing
Valúrslitið í Havn kom ein tíma seinni enn vanligt
Størsta valstaðið í landinum brúkti óvanliga langa tíð at telja atkvøðurnar hesaferð.
Úrslitið úr Havn kom ikki fyrr enn klokkan fimm minuttir í hálvgum eitt mikunáttina. Ein tíma seinni enn vanligt.
Orsøkin til seinkingina er millum annað tær nógvu brævatkvøðurnar og at tað gjørdist bíðirøð beint tá valhølini skuldu steingja, sigur formaðurin í valstýrinum í Havn, Jóan Petur Hentze.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV