- Tíðindi, mentan og ítróttur
Magni Arge verður fólkatingsmaður ólavsøkuaftan
03.07.2015 - 12:36
Innlendis›Politikkur
Magni Arge verður fólkatingsmaður ólavsøkuaftan
Góðkendur í fólkatinginum í dag, tí Høgni Hoydal bað um farloyvi
Frá ólavsøkuaftan í ár kann Magni Arge í Tjóðveldi kalla seg fólkatingsmann.
Á fólkatingsfundinum fyrrapartin í dag bað Høgni Hoydal um farloyvi úr fólkatinginum frá 28.juli.
Hann tekur løgtingið framum.
Og ein av fyrstu uppgávunum hjá júst valdu fólkatingsforkvinnuni, Piu Kjærsgaard, var at biðja tingið velja tiltaksmenn fyri Mogens Lykketoft, sum eisini bað um farloyvi í dag.
Á fólkatingsvalinum 18.juni varð Magni Arge nummar tvey á listanum hjá Tjóðveldi.
Hann 1083 atkvøður.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV