- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fíggjarmálaráðið trýsti Egon

Tá stýrið fyri Tekniska Skúla í Havn noktaði at fylgja boðum úr Fíggjarmálaráðnm og krevja 45.000 krónur aftur frá sínum skúlastjóra, fór ráðið harðliga til verka.
Lønardeildin fór út í býin eftir einum advokati, sum fekk til uppgávu at krevja pengarnar innaftur. Rindar tú ikki pengarnar aftur innan 14 dagar, so verður tú drigin í rættin, vóru boðini til Egon Øregaard.
Í gjár varð punktum sett í áralanga stríðnum millum Reidar Nónfjall og stýrið fyri Føroya Handilsskúla, sum eftir harraboðum úr Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum kravdi samsýning aftur frá sínum stjóra. Reidar Nónfjall hevði fullan rætt til pengarnar, staðfesti Føroya Rættur.
Egon Egon Øregaard rindaði sína samsýning, tilsamans 45.000 krónur, aftur. Hann var sjúkur um hetta mundið, og hartil vóru atlitini til familjuna. Hann orkaði ikki at stríðast. Stýrið fyri sjálvsognarstovnin Tekniski Skúlin í Tórshavn hevði annars noktað at fylgja boðum úr Fíggjarmálaráðnum. Stýrið tvíhelt um sína heimild og avgerð um at stjórin skuldi hava samsýning fyri arbeiðið í bygginevndini. Men tá fór Fíggjarmálaráðið eitt stig víðari. Ráðið bað advokatin Jógvan Páll Lassen um at krevja pengarnar inn, uttanum Stýrið, beinleiðis frá skúlastjóranum. Útvarpið hevur fingið innlit í skjølini - eisini stevningina, ið varð skrivað móti Egon Øregaard, ið skuldi dragast í rættin. Stýrið fyri Tekniska Skúla tvíhelt tó um sína støðu, eisini eftir at Egon Øregaard í august 2013 boðaði frá, at hann rindaði tær 45.000 krónurnar aftur. Stýrið harmaðist og helt tað vera skeivt av skúlastjóranum at bakka.
Útvarpið hevur í dag tosað við Snorra Fjallsbak, stjóra á Lønardeildini, sum trýsti stýrini fyri bæði handilsskúlan og tekniska skúlan at krevja pengarnar innaftur frá sínum stjórum. Men Snorri Fjallsbak hevur ongar viðmerkingar. Sjálvur hoyrdi Egon Øregaard ongantíð nakað aftur úr Fíggjarmálaráðnum:
Sjálvsognarstovnurin Tekniski Skúlin í Tórshavn fer í søguna, tá skúlin flytir inn í nýggja Marknagilsdepilin. Tá fella allar ognir skúlans til landskassan.
Sí eisini