- Tíðindi, mentan og ítróttur
Reidar Nónfjall fríkendur

Fyrrverandi stjórin á Føroya Handilsskúla er fríkendur fyri allar ákærur um, at hann av órøttum tók ímóti pengum fyri sítt arbeiði í bygginevndini fyri Skúladepilin í Marknagili.
Stýrið fyri Føroya Handilsskúla stevndi Reidari Nónfjall eftir 495.000 krónum, sum hann hevði fingið í samsýning frá mai 2008 til apríl 2011.
Dómur fall í málinum í gjár. Niðurstøðan er greið. Stýrið fær ikki viðhald í kravinum móti Reidari Nónfjall.
- Eg tulki alt hetta málið sum eina roynd at fremja karaktermorð á mín persón. Tí er dómurin ein stórur lætti fyri meg.
Tað sigur Reidar Nónfjall, sum eftir at hava fingið fult viðhald í Føroya Rætti ætlar sær víðari við málinum.
Stýrið fyri Føroya Handilsskúla hevur nú tvær vikur at umhugsa, um tey vilja royna málið í Landsrættinum.
Gunnar Mohr, stýrisformaður, dugir í løtuni ikki at siga, hvat stýrið ger við dómin. Tað verður viðgjørt á fundi fyrst í næstu viku.
Sí eisini