- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eg eri til reiðar at fara frá
25.06.2015 - 12:58
Innlendis›Politikkur
Eg eri til reiðar at fara frá
Tingmanningin og landsstýrismanningin hjá Sambandsflokkinum hava havt fund fyrrapartin
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/kaj_leo1_0.png?itok=H7IL-XOb)
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og formaður í Sambandsflokkinum, er til reiðar at leggja frá sær.
Tað sigur hann eftir fundin fyrrapartin við tingmanning og landsstýrismanning floksins.
Kaj Leo Holm Johannesen heldur seg tó framvegis hava fult álit í flokkinum, men í summar skal baklandið í Sambandsflokkinum siga sína hugsan, um niðurstøðan hjá kanningarstjóranum í málinum um Skálafjarðartunnilin skal fáa avleiðingar fyri løgmann.
Hoyr samrøðu, sum Jákup Bogi Joensen gjørdi við Kaj Leo Holm Johannesen í útvarpstíðindunum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV