- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgmaður hevur egna tulking av niðurstøðuni
24.06.2015 - 14:38
Innlendis›Politikkur
Løgmaður hevur egna tulking av niðurstøðuni
Kanningarstjórin sigur, at løgmaður hevði heimild at gera avtalu við CIP, men hann segði ósatt fyri tinginum um endurgjaldsavtaluna
Eftir at Hans Gammeltoft-Hansen legði kanningina fram í gjár, har hann staðfestir, at løgmaður við vilja hevur sagt ósatt í løgtinginum, og tí hevur brotið lógina um ábyrgd landsstýrimanna, hevur løgmaður sjálvur alment boðað frá síni egnu tulking av niðurstøðuni, bæði í tíðindaskrivi og á sínum egna facebookvanga.
Kanningarstjórin sigur, at løgmaður hevði heimild at gera avtalu við CIP, men hann segði ósatt fyri tinginum um endurgjaldsavtaluna.
Mynd: Frá tíðindafundinum í gjár, tá Hans Gammeltoft-Hansen, kanningarstjóri, legði frágreiðingina fram
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV