Gammeltoft bæði í útvarpinum og sjónvarpinum

Gammeltoft bæði í útvarpinum og sjónvarpinum
Niðurstøðan hjá kanningarstjóranum í málinum um Skálafjarðartunnilin fer at seta dám á útvarps- og sjónvarpstíðindini í kvøld
Hans Gammeltoft-Hansen hevði tíðindafund í løgtinginum um niðurstøðuna í kanningini um Skálafjarðartunnilin. Her er hann avmyndaður saman við Jógvani á Lakjuni, løgtingsformanni, og Majken Johansen og Jens Wang, sum hava hjálpt kanningarstjóranum
Mynd: Liljan Weihe  
 
23.06.2015 - 15:43

Hans Gammeltoft-Hansen, sum hevur kannað málið um Skálafjarðartunnilin fyri løgtingið, verður gestur bæði í útvarps- og sjónvarpstíðindunum í kvøld.

Kanningarstjórin er komin til ta niðurstøðu, at bæði Kári P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismaður, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hava brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna. 

Hans Gammeltoft-Hansen mælir tinginum til samtykkja "en kritisk udtalelse" til Kára P. Højgaard og løgmann.

Brynhild Thomsen fer at spyrja Hans Gammeltoft-Hansen um sína niðurstøðu í útvarpstíðindunum, og í sjónvarpinum verður kanningarstjórin gestur hjá Liljuni Weihe. Samrøðan við Hans Gammelftoft-Hansenkemur í staðin fyri kjaksendingina. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Norðurljóð 27.januar 2025
186723
Mánadag 27. januar
Takk fyri dansin, Teitur
186918
Mánadag 27. januar
Góðan morgun Føroyar
186905
Mánadag 27. januar
Vetrarjazz 2025
186712
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749