- Tíðindi, mentan og ítróttur
Drotningavitjan gevur KvF høvuðbrýggj
Drotningavitjanin, sum verður í somu viku sum fólkatingsvalið, hevur givið kringvarpsleiðsluni høvuðbrýggj.
Í ringasta føri verður Kringvarpið ikki við í fylginum, tá drotningahjúnini ferðast kring landið, men støða er ikki tikin enn, sigur Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpinum.
Vit hava vent okkum til danska hovið at vita, hvat tey halda um, at drotningahjúnini, ið annars halda seg frá politikki, vitjar eitt fólkatingsvalevni dagarnar upp undir 18. juni, tá val verður.
Í skrivligum boðum sigur danska hovið, at orsakað av valinum er vitjanin stytt ein hálvan dag. Hovið vísir annars til løgmans-skrivstovuna.
Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa viðmerking frá Dan Knudsen, ríkisumboðsmanni.
Mynd: Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpinum
Sí eisini