Rúni Heinesen stýrisformaður fýra ár afturat

Rúni Heinesen stýrisformaður fýra ár afturat
Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur valt nýtt kringvarpsstýri
 
27.12.2014 - 14:52

Rúni Heinesen heldur fram sum formaður í stýrinum fyri Kringvarp Føroya, og Hjalmar Hansen heldur fram sum næstformaður.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, hevur valt nýtt kringvarpsstýri, sum tekur við 1. januar.

Hini í stýrinum eru Gunvá við Keldu, Aibritt á Plógv, Katrin Petersen, Theodor Eli D. Olsen, og Kári Sólstein.

Nývaldar eru Gunvá við Keldu og Aibritt á Plógv. Kári Sólstein er nýtt starvsfólkaumboð.

Kringvarpsstýrið situr í fýra ár. Tað er ovasta leiðslan í Kringvarpinum, og hevur yvirskipaðu ábyrgdina av, at ásetingarnar í lógini og fyriskipum fyri stovnin verða fylgdar.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. desember
Norðurljóð 2.desember 2024
184534
Mánadag 2. desember
Góðan morgun Føroyar
184498
Mánadag 2. desember
Morgunlestur mánadagur 2. desember 2024
183607
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (3:4) - teknmálstulkað
184477