Vilja hava granskarar til Føroyar

26.05.2015 - 08:14
Lívsstílur
Vilja hava granskarar til Føroyar
EURAXESS-samstarvið skal gera tað smidligari hjá granskarum at flyta millum lond, sigur Annika Sølvará, leiðari fyri Granskingarráðnum

Umleið 80 fólk, ið arbeiða við at gera tað lættari hjá granskarum at flyta millum lond, hittast í Føroyum hesa vikuna.

Í dag og í morgin skipa Granskingarráðið og Fróðskaparsetrið fyri eini norðurlendskari EURAXESS ráðstevnu í Norðurlandahúsinum um, hvussu norðurlendskir granskingarstovnar kunnu draga fleiri útlendskar granskarar til sín við at gera tað lættari og áhugaverdari at virka í norðurlondum.

Føroyar hava verið partur av europeiska EURAXESS-samstarvinum í trý ár. EURAXESS fevnir um 40 lond í Europa, sum øll hava tænastur, ið hjálpa granskarum at flyta millum londini. Í Føroyum eru tveir EURAXESS-deplar - ein í Granskingarráðnum og ein á Fróðskaparsetrinum.

Les meira um EURAXESS-ráðstevnuna her

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109