- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiðsbólkur útgreina IOC-umsóknina
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og Thomas Bach, forseti í Altjóða Olympisku Nevndini, hava gjørt av at seta ein arbeiðsbólk at greina tilgongdina í samband við føroysku umsóknina um limaskap frá 1984.
Tað var ein av niðurstøðunum á fundinum millum løgmann og Thomas Bach í dag. Fundurin varð hildin á høvuðsskrivstovuni hjá IOC í Lausanne í Sveis í gjár.
Løgmaður er væl nøgdur við fundin og heldur, at talan er um eitt frambrot.
Á fundinum varð avrátt at menna samstarvið millum føroyska ítrótt og Altjóða Olympisku Nevndina. Hetta verður gjørt í samstarvi við donsku olympisku nevndina.
Eisini er Thomas Bach boðin til Føroya fyri at fáa enn størri innlit í føroyska ítrótt.
Á fundinum í Lausanne vóru eisini umboð fyri ÍSF, og formaðurin í donsku olympisku nevndini luttók eisini.
Mynd: Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og Thomas Bach, forseti í Altjóða Olympisku Nevndini
Sí eisini