- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bakkafrost: 80 útlendingar byggja nýggja virkið
01.04.2015 - 09:56
Innlendis›Samfelag
Bakkafrost: 80 útlendingar byggja nýggja virkið
Í Runavík eru hús leigað út til 20 mans, og fleiri verða leigað út í heyst

80 útlendingar koma til Føroya at fyrireika og byggja nýggja virkið hjá Bakkafrosti á Glyvrum.
Og tað sæst aftur í Runavík.
Á kunningarstovuni í Runavík frættist, at tey higartil hava leigað hús út til einar 20 mans, og væntandi verða fleiri hús leigað út í heyst.
Farið varð undir byggja virkið í januar, og tað skal eftir ætlan verða liðugt tíðliga næsta ár, sigur Regin Jacobsen stjóri í Bakkafrosti.
Virkið fer at kosta hálva milliard krónur, og 300 fólk fara at arbeiða har.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV