Viðmerkjari: Støðan í samgonguni er spent

11.03.2015 - 13:19
InnlendisPolitikkur
Viðmerkjari: Støðan í samgonguni er spent
Tað kann hugsast, at samgongusamstarvið eisini verður á skrá á samgongufundinum í næstu viku, sigur Eirikur Lindenskov

- Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, spælir nú bóltin aftur til løgmann, sum alla tíðina tosar um at fáa andstøðuna við.

Tað sigur Eirikur Lindenskov, viðmerkjari, um politisku støðuna, nú landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur sagt, at hann kennir seg ikki hava neyðugu heimildina at samráðast um fiskivinnunýskipanina.

Samgongufundur verður í næstu viku um fiskivinnupolitikkin, men tað kann hugsast, at samgongusamstarvið eisini verður á skrá, tí fiskivinnunýskipanin var eitt mál, sum samgongan setti sær fyri at loysa í góðari tíð fyri val, men nú nærkast valið av álvara, sigur Eirikur Lindenskov.

Hann var gestur hjá Jákup Boga Joensen í útvarpstíðundunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962