- Tíðindi, mentan og ítróttur
6000 ferðafólk til sólarmyrkingina í mars
14.01.2015 - 11:09
Lívsstílur
6000 ferðafólk til sólarmyrkingina í mars
Umleið 6000 ferðafólk koma til Føroyar tá sólarmyrking er í mars, og enn eru gistingarmøguleikar til fleiri, sigur Torstein Christiansen, samskipari
20. mars 2015, millum hálvgum tíggju og tíggju fyrrapart, verður full sólarmyrking, og hetta sæst einabest í Føroyum.
Umleið 6000 fólk, sum hava áhuga í, og vilja síggja fulla sólarmyrking, koma til Føroyar at hyggja eftir hesum sjaldsama fyribrigdi.
Møguleikar at fáa gisting í Føroyum hesar dagar, hava verið smáír, men nú eru fleiri, sum vilja lata kømur og hús til leigu til ferðafólkini, sigur Torstein Christiansen, frá visittorshavn, sum samskipar tiltøk og annað,i samband við sólarmyrkingina.
Her sæst, hvussu leingi sólarmyrkingin sæst ymsastaðni í Føroyum
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV