- Tíðindi, mentan og ítróttur
Partarnir í málinum hoyrast fyrst
13.01.2015 - 14:21
Innlendis›Samfelag
Partarnir í málinum hoyrast fyrst
Orsøkin, til at Sunda kommuna ikki enn hevur fingið svar í málinum um at leggja teir fimm skúlarnar saman, er, at allir partar mugu hoyrast fyrst
Sjey mánaðir eru farnir síðan sunda kommuna sendi Mentamálaráðnum fyrispurning um at leggja teir fimm skúlarnar í kommununi saman í ein skúla, men enn hevur kommunan ikki fingið svar úr ráðnum.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, sigur, at orsøkin er, at báðir partar, Eiðis Kommuna og Sunda Kommuna, skulu hoyrast í málinum, tí kommunurnar samstarva um framhaldsdeildina
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV