Eru vælnøgd á Eiði

Eru vælnøgd á Eiði
Serliga eru tað tilboð til børn og ung, eldraøkið og umdømi hjá kommununi, sum liggja ovaliga í stóru kommunukanningini - og hetta er ein mynd, sum fólk á Eiði kenna væl aftur
26.09.2024 - 19:25

Fólk eru nøgd við flestu viðurskifti í Eiðis kommunu, sum stendur seg væl í kommunukanningini. Serliga eru tað tilboð til børn og ung, eldraøkið og umdømi hjá kommununi, sum liggja ovarliga - og hetta er ein mynd, sum fólk á Eiði kenna aftur. 

Tey fólkini á Eiði, sum Kringvarpið hevur tosað við, høvdu væntað úrslitini. "Her er alt, sum okkum tørvar",  søgdu fleiri teirra. 

Sambært kanningini, so er tað eisini ein samansjóðað kommuna, og tað kenna tey somuleiðis aftur á Eiði. "Vit kennast kanska øll so væl, og samskifta eisini nógv við kommununa og siga okkara meining", sigur Markus Jensen. 

120 fólk í Eiðis kommunu svaraðu kanningini. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Norðurljóð 27.januar 2025
186723
Mánadag 27. januar
Takk fyri dansin, Teitur
186918
Mánadag 27. januar
Góðan morgun Føroyar
186905
Mánadag 27. januar
Vetrarjazz 2025
186712
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749