- Tíðindi, mentan og ítróttur
Anfinnur Garðalíð vil hava nøgdar limir
30.12.2014 - 13:38
Innlendis›Samfelag
Anfinnur Garðalíð vil hava nøgdar limir
Yvirmenninir í Føroya Skipara- og Navigatørfelag hava meira eftir í lønarposanum, um teir starvast eitt nú í Norra, sigur formaðurin

At limirnir eru nøgdir er størsta avbjóðingin, sigur Annfinn Garðalíð
Mynd: Savnsmynd
At limirnir eru nøgdir er størsta avbjóðingin hjá nýggja formanninum í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Anfinni Garðalíð.
Hann skal saman við hinum feløgunum fáa greiði á viðurskiftini hjá manningunum hjá Strandferðsluni, sum sigldu jóladag, uttan at vita, hvat tey fingu burturúr.
Í januar byrja samráðingarnar fyri fiskiflotan, og seinni í vár verða samráðingar við reiðarafelagið fyri farmaskip.
Avbjóðingarnar eru nógvar og stórar, sigur nýggi formaðurin í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Anfinn Garðalíð.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV