- Tíðindi, mentan og ítróttur
Helst fleiri tilburðir, meðan málið er kannað
10.12.2014 - 13:06
Innlendis›Samfelag
Helst fleiri tilburðir, meðan málið er kannað
11 kvinnur hava meldað ein kommunulækna fyri kynsligan ágang
Tað er sannlíkt, at fleiri kvinnur hava verið fyri kynsligum ágangi, meðan løgreglan í hálvt triðja ár hevur kannað kommunulæknan, sum nú er skuldsettur.
Útvarpið tosaði í gjár við eina kvinnu, sum var hjá læknanum í januar í 2013, men hann var longu meldaður í januar 2012.
Orsøkin til, at tað hevur tikið so langa tíð at viðgjørt málið, er, at løgreglan ikki ikki boða ríkisadvokatinum frá, fyrr enn læknin kann skuldsetast, og tað er ríkisadvokatinum, sum hevur Heilsumálaráðnum frá.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV