- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri túrar mitt í viku - færri um vikuskiftið
Strandfaraskip Landsins broyta nú ferðaætlanina hjá Teistanum á Sandoyarleiðini.
Millum broytingarnar eru, at túrarnir av Gomlurætt klokkan 15.45 og 17.15 verða sigldir beinleiðis av Gomlurætt til Skopunar - og ikki um Hest, sum nú. Haraftrat verða nýggir túrar sigldir mikudag og fríggjadag.
Farleiðin út í Hest verður broytt, og túranir verða nú bert sigldir eftir tilkalling.
Teir tríggir túrarnir millum Gomlurætt og Skopun fyrrapart leygardag og sunnudag verða lagdir saman í tveir túrar, sum upprunaliga ætlað.
- Tað er neyðugt við broytingum, tí Strandfaraskip Landsins skulu lúka altjóða krøv um hvílireglur hjá manningini, sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandfaraskipum Landsins.
Borgarstjórarnir í Sandoynni fegnast um, at samlaða túratalið hjá Teistanum ikki lækkar, hóast sandoyingar missa túrar um vikuskiftið.
Sí eisini