- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eiga at samráðast við kommunurnar fyrst

Tað ber ikki til at fara inn á málsøki hjá øðrum og áleggja kommununum at skipa fyri endurvenjing.
Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna, í almannamálum.
Eitt lógarupsskot, sum Karsten Hansen, landsstýrsmaður í heilsumálum fyrireikaði, skuldi tryggja øllum borgarum rættin til ókeypis endurvenjing. Tað verður nú eitt uppskot, sum tryggjar fólki rætt til endurvenjing, meðan tey liggja á sjúkrahúsi.
Annika Olsen heldur, at tað er leggja stein oman á byrðu hjá kommununum, nú tær skulu taka við eldraøkinum á nýggjárinum.
- Hetta má loysast í sátt og semju við allar partar, sum varða av, og samráðingar eiga at verða kommunurnar fyrst, sigur hon.
Hoyr samrøðu, sum Jón Brian Hvidtfeldt gjørdi við Anniku Olsen í útvarpstíðindunum.
Sí eisini