- Tíðindi, mentan og ítróttur
Marknagilsdepilin skal hitast við jarðhita
01.12.2014 - 09:12
Innlendis›Politikkur
Marknagilsdepilin skal hitast við jarðhita
Leisturin verður ESCO-verkætlanin, har fyritøkur bjóða seg fram at veita heildarloysn um orkusparing í almennum bygningum
Nýggi Marknagilsdepilin verður nú kortini hitaður við grønari orku - ítøkiliga við jarðhita.
Marknagilsdepilin, sum er landsins størsta byggiverkætlan, er við í tí royndarverkætlan, sum landsstýrið ætlar at brúka til at gera orkusparandi ábøtur á eldri, almennar bygningar.
Talan er um ESCO-verkætlanina, har fyritøkur kunnu bjóða seg fram at veita eina heildarloysn um orkusparing í bygningum hjá tí almenna. Orkusparingin skal so gjalda fyri íløguna.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum og samrøðu við Ewald Kjølbro, stjóra í Landsverki, og Kára Mortensen, orkuráðgeva á Jarðfeingi.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV