Vit hava selt russum laks fyri 224 mió. kr. í ár

25.11.2014 - 15:00
InnlendisVinna
Vit hava selt russum laks fyri 224 mió. kr. í ár
Samstundis er útflutningurin til ES minkaður, tí Noreg trýstir marknaðin

Føroyski laksaútflutningurin til Russlands er vaksin í kjalavørinum av politisku kreppuni millum Rusland og ES.

Sambært tølum frá Hagstovuni útfluttu Føroyar laks fyri 39 milliónir krónur til Russlands í 2013 og fyri 224 milliónir krónur higartil í ár.

Tað merkist eisini á Bakkafrosti, har sølan av feskum laksi er vaksin munandi í ár samanborið við í fjør

Hinvegin er útflutningurin til ES minkaður nógv, tí marknaðurin er undir trýsti úr Noregi, sum seldi 130.000 tons til Ruslands, áðrenn handilsbannið ímóti ES londum varð sett í verk.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Týsdag 28. januar
Morgunlestur týsdagur 28.januar 2025
186651
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881