- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dregur út hjá SEV at stovna felag saman við Magn
25.11.2014 - 13:15
Innlendis›Samfelag
Dregur út hjá SEV at stovna felag saman við Magn
Aðalfundur verður fríggjadagin, men eingin avgerð verður tikin á hesum fundinum

Nú má staðfestast, um tað er politiskur vilji aftanfyri felagið, sum SEV og Magn skulu stovan saman fyri at eiga og reka vindmyllulundina í Húsahaga.
Tað sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.
Tað verður ikki á aðalfundinum hjá SEV fríggjadagin, at kommunurnar, sum eiga SEV, sleppa at avgera, um SEV skal stovna felag saman við Magni. Í staðin fyri verður ein eigarafundur tann 12.desember. Málið er ikki liðugt fyrireikað, sigur Hákun Djurhuus.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV