- Tíðindi, mentan og ítróttur
Varðveita danskan arbeiðsloysisstuðul í Føroyum
21.11.2014 - 09:56
Innlendis›Politikkur
Varðveita danskan arbeiðsloysisstuðul í Føroyum
Føroyar og Danmark hava skrivað undir nýggja avtalu

Nýútbúnir føroyingar, sum hava lisið í Danmark, kunnu nú flyta heim til Føroya at leita sær eftir arbeiði og samstundis varðveita sín danska arbeiðsloysisstuðul í tríggjar mánaðir - tann sokallaða dimitend- stuðulin.
Hetta varð veruleiki, tá Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, og danski arbeiðsmálaráðharrin, Henrik Dam Kristensen, skrivaðu undir avtaluna á norðurlendskum ráðharrafundi í Keypmannahavn í gjár.
Hoyr Turið Christoffersen, forkvinnu í Meginfelag Føroyskra Studenta, í útvarpstíðindunum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV