- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vindmyllur gera meiri orku enn SEV brúkar
17.11.2014 - 13:30
Innlendis›Samfelag
Vindmyllur gera meiri orku enn SEV brúkar
Fyrstu royndirnar av vindmyllulundini í Húsahaga eru sera góðar
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/vindmyllur_i_husahaga.png?itok=rxedM_zV)
Tær 13 vindmyllurnar í Húsahaganum hava nú framleitt streym í okkurt um tveir mánaðir, og fyrstu royndirnar eru góðar.
Samstundis hevur framleiðslan úr vatnorku verið so mikið stór, at SEV fleiri ferðir hevur verið noytt at skrúvað niður fyri framleiðsluni í Húsahaganum.
- Samanlagt hava vit framleitt meira grøna orku enn vit klára at brúka, sigur Terji Nielsen, verkætlanarleiðari.
28. november fer aðalfundurin hjá SEV taka støðu til, um SEV skal stovna eitt felag saman við oljufelagnum Magn, ið skal eiga og reka tær 13 vindmyllurnar í Húsahaganum
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV