- Tíðindi, mentan og ítróttur
Magn kann eiga triðing í dóttirfelag hjá SEV
13.10.2014 - 08:38
Innlendis›Vinna
Magn kann eiga triðing í dóttirfelag hjá SEV
Leiðslan í SEV sigur, at samstarv við MAGN um grøna orku, er rættasti vegur fram, sigur stjórin í SEV, Hákun Djurhuus
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/vindmyllur_i_husahaga1.png?itok=n4tqekXR)
Vindmyllur í Húsahaga
Mynd: savnsmynd
Oljufelagið Magn kann fara at eiga upp til ein triðing av vindmyllunum í Húsahaga.
SEV fer í næstum at søkja myndugleikarnar um loyvi at leggja ognarskapin av vindmyllunum í eitt dóttirfelag, sum SEV skal eiga saman við Magn.
Hetta var ætlanin frá byrjan av, tí tá SEV søkti um loyvi at seta vindmyllurnar upp, var magn ein partur av umsóknini, sigur Hákun Djurhuus, stjóri hjá SEV.
Óluva Zachariassen tosar við Hákun Djurhuus, stjóra hjá SEV
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV