Tey ríku skulu eisini fáa fólkapensjón

bannari
24.02.2014 - 12:45
InnlendisPolitikkur
Tey ríku skulu eisini fáa fólkapensjón
Tey vælbjargaðu hava sama rætt til grundupphæddina sum øll onnur, sigur Rigmor Dam, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin

Vælferðarsamfelagið fer fyri skeytið, um øll ikki fáa tað sama frá landinum. Tí so missa tey, sum lata mest, hugin at vera við, og fara at gera sínar egnu, privatu skipanir. Borgaraligu flokkarnir vilja taka frá teimum ríku.

Men tað vil Javnaðarflokkurin ikki.

Eitt uppskot um at taka grundupphæddina í fólkapensjónini frá teimum, sum eru so væl fyri, at tey hava ikki brúk fyri henni, er til viðgerðar í samgonguni.

- Kortanei, sigur Rigmor Dam, løgtingskvinna hjá Javnaðarflokkinum. Tey vælbjargaðu hava sama rætt til grundupphæddina sum øll onnur. Tí tey eru við til at fíggja vælferðarsamfelagið, sigur hon.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946