- Tíðindi, mentan og ítróttur
Johan Dahl standa skúlarætt um fíggjaróskilið
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/johan_dahl1.jpg?itok=sp0mNPLc)
Frágreiðingin hjá gannskoðaravirkinum Januar er nøktandi, siga løgtings grannskoðararnir, men hóast tað skal Johan Dahl skal nú standa skúlarætt fyri løgtingsgrannskoðanini í málinum um fíggjaróskilið í Strandferðsluni.
Johan Dahl hevur fingið seks vikur at svara fleiri spurningunum, áðrenn løgtingsgrannskoðanin ger nakra niðurstøðu
Sambært Reimundi Langgaard eru eykaspurningarnir ikki sendir, tí frágreiðingin hjá grannskoðaravirkinum Januar ikki er nøktandi. Tað er púra vanligt at løgtingsgrannskoðararnir hava fleiri og aðrar spurningar í slíkum føri, sigur Reimund Langgaard. Hann veit ikki at siga, nær løgtingsgrannskoðanin kemur til eina niðurstøðu í málinum.
Sí eisini