- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tung ferðsla orsøk til at ferðin má lækka
17.02.2014 - 13:17
Innlendis›Samfelag
Tung ferðsla orsøk til at ferðin má lækka
Í dag verða ferðslubroytingar í miðbýnum á Tvøroyri settar í verk, so tað bara er loyvt at koyra 30 km/t

Jens Johannesen, formaður í teknisku nevnd hjá Tvøroyrar býráðið, sigur, at ferðmarkið er sett niður, tí nógv tung ferðsla hevur koyrt ígjøgnum miðbýin seinastu tíðina.
Orsøkin er, at Varðin Pelagic avskipar sínar frystivørur við skipum, sum liggja á Drelnesi.
Jens Johannesen sigur, at fleiri fólk hava gjørt vart við tungu ferðsluna, og vilja hava ferðmarkið lækkað.
Arbeitt verður við at víðka havnaøkið við bedingina á Tvøroyri, tí har skal byggjast ein 25 m lang djúphavn. Jens Johannesen sigur, at arbeiðið væntandi verður liðugt í summar. Tá fer ferðslan at minka, tí farmaskipini kunnu leggja at á Tvøroyru í staðin fyri á Drelnesi.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV