- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kommunan ger djúphavnina á Tvøroyri
28.11.2013 - 12:59
Innlendis›Samfelag
Kommunan ger djúphavnina á Tvøroyri
Tvøroyrar kommuna hevur fingið loyvi at fara upp um eina álíkning í skuld fyri at taka yvir byggisáttmálan

Tvøroyrar kommuna hevur einmælt samtykt at taka yvir verkætlanin um djúphavn frá einum privatum felag. Djúphavnin verður mett at kosta 36 mió. kr., og kommunan tekur við byggisáttmálanum millum P.f. Avskiparhavninan og byggifelagið Articon.
Tvøroyrar kommuna hevur fingið loyvi at fara upp eina álíkning í skuld, nú hon skal gera djúphavnina. Atløgubryggjan verður 241 metrar long og 11 metrar djúp.
Hon skal eftir ætlan vera liðug 1. juli.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV