- Tíðindi, mentan og ítróttur
Borgarstjórin: Marin Katrina hevði onga serstøðu

- Eg virði allar áheitanir, eisini frá býráðslimum. Men í hesum førinum ber ikki til at fáa serstøðu skrivaða í gerðabókina, tí hon er ein bók, sum vísir, hvørjar avgerðir eru tiknar.
Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, nú Marin Katrina Frýdal, býráðslimur, hevur kært hann til Kommunala Eftirlitið.
Borgarstjórin sigur, at Marin Katrina Frýdal hevði onga serstøðu í viðgerðini av fíggjarætlanini, og at hon tók fult undir við málinum.
- Eg fegnist um, at málið er kært, tí eg havi rætt, sigur Heðin Mortensen. Hann vísir aftur, at hann er arrogantur. Tað kunnu borgararnir meta um, sigur hann.
Hoyr samrøðu við Heðin Mortensen, sum var gestur í útvarpstíðindunum.
Sí eisini