- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin stuðul til orkusparing
09.10.2013 - 13:40
Innlendis›Politikkur
Eingin stuðul til orkusparing
Nógvar verkætlanir eru um at fáa orku úr øðrum enn olju, og tí er játtanin strikað, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður
Stuðulin til orkusparing er spardur burtur. Ikki ein króna er sett av til verkætlanir um alternativa orku í fíggjarlógini fyri 2014.
Orsøkin er sparing, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum. Hann sigur, at nógvar verkætlanir eru nú í gongd um at fáa orku burtur úr øðrum enn olju. So tað ger einki, um játtanin verður strikað. Hon kann altíð setast í aftur fíggjarlógina, verður brúk fyri tí, sigur landsstýrismaðurin.
Hann nevnir millum annað ein kaðal millum Føroyar og Ísland.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV