- Tíðindi, mentan og ítróttur
Johan Dahl mælir til kanningarstjóra
18.09.2013 - 14:31
Innlendis›Politikkur
Johan Dahl mælir til kanningarstjóra
Enn hevur andstøðan ikki fingið nóg nógvar undirskriftir um at seta kanningarstjóra at kanna tunnilsmálið
Tað gongst illa hjá andstøðuni at fáa neyðugu undirskriftirnar at seta kanningarstjóra at kanna tunnilsmálið. Andstøðan hevur 14 tinglimir, men Kári P. Højgaard, sum nú er í andstøðu, vil ikki skriva undir at seta kanningarstjóra at kanna eitt mál, sum hann sjálvur er partur av.
Janus Rein er farin upp í Fólkaflokkin, og harvið samgonguna, og vil ikki skriva undir.
Men í kjaksendingini í sjónvarpinum í gjárkvøldið tók næstformaðurin í Sambandsflokkinum, Johan Dahl, undir við at seta ein kanningarstjóra at kanna málið, um tað verður hildið at vera neyðugt.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV