- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rúni Joensen: Áttu at latið tinginum viðmerkingarnar
28.08.2013 - 18:53
Innlendis›Politikkur
Rúni Joensen: Áttu at latið tinginum viðmerkingarnar
Aðalstjórin i Innlendismalaraðnum vísir a, at samráðingarnar vóru lidnar, og tí kundu broytingar ikki gerast i tunnilsmálinum

Viðmerkingar frá deildum í Innlendismálaráðnum til uppskotið um Eysturoyartunnilin vórðu ongantíð bornar í tingið
- Tá vit síggja alt rumblið, sum hevur staðist av hesum uppskotinum, so áttu vit helst at havt latið løgtinginum viðmerkingarnar frá deildarstjórunum í Innlendismálaráðnum.
Tað sigur aðalstjórin, Rúni Joensen.
Hann vísir á, at samráðingarnar við Copenhagen Infrastructure Partners vóru lidnar, tá embætisfolkini skrivaðu viðmerkingarnar, og tí hevði verið avmarkað, hvørjar broytingar kundu verið gjørdar i uppskotinum.
At deildirnar i ráðnum verða bidnar um at gera viðmerkingar til lógaruppskot, er ein partur av málsviðgerðini, sigur Rúni Joensen.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV