- Tíðindi, mentan og ítróttur
Teis Horn Rasmussen: Koyrdu 'all in'
Føroyski verjuinnsatsurin legði lunnarnar undir sannførandi 34-27 sigurin hjá føroysku hondbóltsmonnunum á Norðurmakedónia í kvøld.
Eingin stóð stinnari enn Teis Horn Rasmussen, sum var her, har og allastaðni, tá útiliðið ferð eftir ferð hevði torført við at spæla seg til kjansir.
- Vit spæla væl í verjuni og fáa runnið nógv við teimum, segði verjuskansin eftir dystin.
- Teir eru stórir menn, so tað krevur eina øgiliga orku at koma rundan um teir.
Gott útgangsstøði
Føroyar ruku avstað frá fyrsta bríksli, og munurin millum liðini vaks skjótt fyrstu løtuna. Dysturin javnaði seg kortini eitt sindur aftur, men heimaliðið kundi fara til hálvleiks við eini fýra mála leiðslu.
Eftir steðgin helt góða føroyska spælið fram. Verjan arbeiddi gróthart, meðan álopsspælið riggaði væl fyri tað allarmesta. Hákun West av Teigum skeyt seinasta føroyska málið í síðstu løtu, og dysturin endaði 34-27.
Tað er gott útgangsstøði, helt Teis Horn Rasmussen, sum kortini ikki vildi kanna sær bitan, fyrr enn hann er væl og virðiliga svølgdur.