- Tíðindi, mentan og ítróttur
Deiligt tá bóltarnir fara inn
Føroysku hondbóltsmenninir vunnu sannførandi á Norðurmakedónia í fyrra playoff-dystinum í Havn mikukvøldið.
Ein, sum átti stóran lut í 34-27 sigrinum á Hálsi, var Leivur Mortensen, sum var flúgvandi á vinstra veingi. Serliga síðsta korterið skoraði hann fleiri góð mál.
- Í dag gekk tað bara super, og tað var mega lekkurt, staðfesti vongurin, sum skoraði upp á allar sínar fimm royndir.
Mugu veksa við uppgávuni í Skopje
Vongurin var sera væl nøgdur við føroyska avrikið og sjey mála fyrimunin, sum er við í viðførinum til norðurmakedónska høvuðsstaðin, Skopje.
- Hevði tú spurt meg áðrenn dystin, hevði eg selt hann fyri sjey mál, staðfesti Leivur Mortensen.
- Men vit vita eisini, at sjey mál kunnu minka niður í helvt ella hvørva upp á fimm minuttir. Teir halda eisini, at teir hava heimsins besta heimavøll, so tað verður spennandi at royna, og vit mugu bara veksa við uppgávuni.