- Tíðindi, mentan og ítróttur
Veðrið: Kolandi stormur við hvirlum upp í ódn
Veðrið: Kolandi stormur við hvirlum upp í ódn
Ein atmosferisk bumba nærkast Føroyum, og tað er orsøkin til, at tað verður kolandi stormur í morgin, mikudagin
30.01.2024 - 23:22
Tað verður sera ring veður í morgin. Ja, tað verður kolandi stormur við hvirlum upp í ódn.
Veðurstova Føroya skrivar um veðrið í morgin, mikudagin 31. januar:
Veksandi upp í hvassan storm av útsynningi, 25 til 28 m/s. Samdrigið og regn. Fram ímóti middegi gongur hann upp í vestan, og tá veksur vindurin upp í kolandi storm, 29 til 33 m/s, við hvirlum upp í ódn. Skýggjað og regn ella ælaveður. Seinnapartin og um kvøldið minkar vindurin spakuliga niður í hvassan vind ella skrið av útnyrðingi, 15 til 20 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður, sum kann vera við vátakava. Hitin 4 til 8 stig.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV