- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ættleiðing steðgað
Ættleiðing steðgað
Møguleikin at ættleiða til Føroya steðgaði brádliga fyrradagin, tá ið Danish International Adoption, DIA, boðaði frá, at tey steðga við at miðla altjóða fremmandaættleiðingar
18.01.2024 - 20:11
Tað vil siga, at sum nú er ber ikki til at ættleiða til Føroya. Fleiri føroyskar familjur standa nú í eini sera truplari støðu.
Maria Jóhannusardóttir Joensen og Henning Erhardsson Joensen av Toftum føla við teimum, sum nú ikki fáa ættleitt.
Fyri hálvum øðrum ári síðani fingu tey ættleitt Veroniku úr Kekkia.
Klára ikki at halda treytir
Myndugleikakrøvini til ættleiðing eru herd rættiliga nógv, og nøkur av gevaralondunum hava trupult við at uppfylla treytirnar.
DIA sigur seg nú ikki kunna tryggja, at allar treytir verða hildnar.
Løgmálaráðið, ið umsitir ættleiðingarmál, hevur í løtuni onga loysn til teirra, ið ætla at ættleiða.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV