- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyskur flogbóltur í Evropa fyri fyrstu ferð
Mikukvøldið taka menninir hjá Mjølni ímóti hollendska liðnum, Limax, í Challenge Cup.
Hetta er fyrsta ferðin, at eitt føroyskt flogbóltsfelag roynir seg í evropeiskari kapping, og hóast mótstøðan er stór, fara klaksvíkingar at gera sítt til at geva heimaviðhaldsfólkunum ein góðan dyst í Badmintonhøllini.
- Vit fara heilt sikkurt at spæla okkara kjans, væl vitandi at mótstøðan er øgiliga, sigur venjarin hjá Mjølni, John Syderbø.
Formaðurin, Jóhann Lützen, heldur, at nú er tíðin komin til nýggjar avbjóðingar, tí mansliðið hevur vunnið fimm meistaraheiti og fýra steypasigrar seinastu fimm árini.
- Vit hava allatíðina roynt at seta nakrar gularótur frammanfyri hesar spælararnar, so teir kunnu varðveita motivatiónina, sigur Jóhann Lütze.