- Tíðindi, mentan og ítróttur
VIDEO: JÖRÐ samantvinnar film, dans og tónlist
JÖRÐ er eitt listarligt samstarv millum Mariu Guldbrandsø Tórgarð og Vár Bech Árting úr Føroyum, Lisen Pousette úr Svøríki, Tiia Kasurinen úr Finnlandi og Lil Lacy úr Danmark/USA.
Fimm listakvinnur, sum hava leitað saman tvørtur um landa- og listamørk.
JÖRÐ er úrslitið, sum er sprottið úr samrøðum teirra millum um, hvørja áskoðan hesar kvinnur hava um sítt yrki, lond og menning í samfelagnum.
Júst hetta, sjónarhornið hjá kvinnuni, kemur til sjóndar í framførsluni gjøgnum tulking av fleiri ikoniskum kvinnumyndum, eitt nú Kópakonuni, Mariu moy, "Den lille havfrue", og Venus hjá Botticelli.
Hetta eru allar kvinnumyndir, sum gjøgnum søguna eru tulkaðar av monnum, men sum í hesum verkinum eru í hondunum og verða tulkaðar av fimm kvinnum.
Gjøgnum uppvørpur, ljóðlist, dans og pallmynd kanna listakvinnurnar handan JÖRÐ, hvussu ymiskar listagreinar kunnu samstarva og soleiðis geva áskoðarunum eina víðkaða listauppliving.
Hvat: JÖRÐ
Hvar: Norðurlandahúsið
Nær: Í kvøld, 6. okt. kl. 19.30 (útselt) / Leygardagin 7. okt. kl. 16 & 19.30
Toymið
Koreografi og framførsla: Vár Bech Árting , Lisen Pousette og Tiia Kasurinen
Leikstjóri: Maria Guldbrandsø Tórgarð
Tónaskald: Lil Lacy
Ljósdesign og ljóðtøkni: Anton Skarborn
Búnar: Maibritt Marjunardóttir og Lydia Vermaat-Wallin
Filmfotograf: Barbara Lervig
Tónleikarar: Nordic String Quartet og Rune Kielsgaard (trummur)
Listarlig framleiðsla: Maria Guldbrandsø Tórgarð og Vár Bech Árting
Fyrisitari: Durita Sumberg
Samframleiðari: Norðurlandahúsið í Føroyum
Stuðlar: Nordisk kulturkontakt, Nordisk kulturfond, Mentanargrunnur Landsins, Tórshavnar Kommuna og Systrar.