VIDEO: "Vit gera tað fyri at bjarga heiminum"

VIDEO: "Vit gera tað fyri at bjarga heiminum"
Í skúlanum við Løgmannabreyt hava tey sett í verk matskiljing og kompostskipan, so at skúlin kann gera sín part at minka um CO2-útlátið. Næmingar í 5. flokki manna skiljiliðið
20.09.2023 - 18:29

Tað luktar illa, eru tey øll fýra samd um. 

Men tey gera tað fyri at bjarga heiminum og halda náttúruna reina, leggja tey beinavegin afturat. 

Lea Dam, Eimi Gunnarsdóttir Nielsen, Jónas Lenvig Harrysson og Aron Albinus Petersen, sum ganga í 5. flokki, høvdu í síðstu viku til uppgávu at savna saman og skilja matleivdir í skúlanum við Løgmannabreyt. 

Tey vóru røklar hjá 5. flokki, og tað eru altíð røklarnir, ið manna matskiljiliðið. 

Í skúlanum við Løgmannabreyt hava tey leingi arbeitt við umhvørvisspurningum. 

Ein liður í hesum hevur verið at seta í verk matskiljing og kompostskipan, so at skúlin kann gera sín part at minka um CO2-útlátið. 

Fyri tveimum árum síðani varð byrjað at skilja kaffigrums á lærarastovuni og síðani at breiða tað út í lendið millum trø og greinar.

Síðani varð arbeitt víðari við at skilja matin.

Fyrst varð roynt við bokashiháttinum, men so varð avgjørt at keypa eina komposttrumlu at koyra matrestirnar í.

Starvsnæmingur Kringvarpsins seinastu tvær vikurnar, 15 ára gamla Emma á Dul úr skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík, var við, tá Aron, Eimi, Jónas og Lea savnaðu og skiltu matleivdir í síðstu viku.  

Emma á Dul hevur filmað og gjørt hetta innslagið. 

 

Kelda: "Hugagóðir næmingar savna og skilja mat", Skúlablaðið

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095