Allar dopingroyndirnar negativar

Allar dopingroyndirnar negativar
Allar dopingroyndirnar, sum eru tiknar í føroyskum ítrótti í ár, eru negativar, sigur Anti Doping Føroyar, sum júst hevur gjørt nýggja samstarvsavtalu við Anti Doping Danmark
05.09.2023 - 09:59

Allar 20 dopingroyndirnar, sum eru tiknar í føroyskum ítrótti í ár, eru negativar.

Tað kunngerð Anti Doping Føroyar, sum júst hevur gjørt nýggja samstarvsavtalu við Anti Doping Danmark.

 - Higartil í ár hava vit tikið 20 royndir, og vit hava eina ætlan um at taka 40-50 royndir í ár, og allar hava verið negativar higartil, sigur Jónas Tór Næs, sum er formaður í nevndini hjá Anti Doping Føroyar.

Higartil eru royndirnar tiknar í inniróðri (3), rógving (6), fótbólti (4), vektlyfting (3) og í kurvabólti (4). 


Samstarvið við ADD endurnýggja

Í heyst var Anti Doping Føroyar skipað við nevnd, og ADF hevur nú ábyrgdina fyri antidoping-arbeiðnum í Føroyum.

 - Tá vit nærkaðust 2020, fann mann útav, at mann ikki hevði heimild til at viðgera persónsupplýsingarnar, sum koma úr dopingroyndunum, greiðir Jónas Tór Næs frá.

Tí mátti Løgtingið samtykkja eina lóg, sum gav heimild til at taka royndir og viðgera persónsupplýsingarnar.

Játtanin er 500.000 krónur um árið, og millum annað tí er neyðugt við samstarvi við danska antidoping myndugleikan, ADD, og tað samstarvið er júst endurnýggja í samband við vitjan hjá ADD í Føroyum í farnu viku.

 - Í mun til uppgávurnar er játtanin øgiliga lítil, og tí hava vit tørv á hjálp úr Danmark fyri at klára uppgávurnar, og tí er tað soumráðandi at hava hesa avtaluna, sigur Jónas Tór Næs.


Royndir og undirvísing

Ein av høvuðsuppgávunum hjá Anti Doping Føroyum er at taka dopingroyndir av føroyskum ítróttarfólki.

 - Og tá tað kemur at vísa seg, at ein dopingroynd er positiv, skulu vit í nevndini virka sum ákærumyndugleiki, sigur Jónas Tór Næs.

Harafturat verður alsamt størri dentur lagdur á kunning og undirvísing.

 - Tað hevur týdning, at íðkarar kenna dopingreglurnar, so teir ikki av misgávum fáa eina dopingsak ímóti sær, sum kann kosta teimum bann ella yrkisleiðina, sigur stjórin í Anti Doping Danmark, Kim Højgaard Ravn.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982