Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eftir EM-gull: Hvat nú, Jónas?
Eftir EM-gull: Hvat nú, Jónas?
Í síðstu viku vann Jónas Isaksen EM-gull á 400 metrum fyri U20-aldursbólkin. Venjarin, Debes Christiansen, vitjaði í 3-2 og hugleiddi um, hvat framtíðin kann hava at bjóða
14.08.2023 - 21:03
Jónas Gunnleivsson Isaksen er ein skjótur ungur maður.
Tað prógvaði hann á Oyggjaleikunum í Guernsey í juli, og tað prógvaði hann aftur til evropameistaraheitini fyri U20-aldursbólkin, har hann ikki gjørdi mætari enn at vinna gull á 400 metrum.
Tíðin - 45,86 sekund - er framúr góð. Bert tríggir danskarar hava runnið skjótari enn blaðunga rakettin úr Kvívík.
Hvussu langt kunnu evnini hjá Jónasi Gunnleivsson Isaksen røkka, og hvar skal næsta fetið á leiðini stígast?
Tað hugleiddi annar av venjarum hansara, Debes Christiansen, um í 3-2 mánakvøldið.
Sí innslagið omanfyri.
Jónas Gunnleivsson Isaksen telist millum fremstu og mest spennandi føroysku ítróttafólkini í løtuni. Her fegnast hann eftir vunna kapping í Guernsey í summar. MYND: Dánial OIsen
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV