Kurvabóltsmenninir endaðu við sigri

bannari
Kurvabóltsmenninir endaðu við sigri
Føroysku kurvabóltsmenninir vóru væl nøgdir við sínar Oyggjaleikir eftir sigurin á Ynes Mon í síðsta dystinum
14.07.2023 - 09:31

Lagið var gott á føroysku kurvabóltsmonnunum eftir sigurin á Ynes Mon í teirra síðsta dysti í Guernsey hósdagin.

Dysturin, sum endaði 60-54 til Føroyar, bant eina pena sloyfu um føroyska avrikið á Oyggjaleikunum, ið sambært spælarunum sjálvum var betur enn góðkent.

Menninir vunnu tveir dystir, meðan tað eydnaðist nýggja landsliðnum við kvinnum at vinna sín fyrsta dyst yvirhøvur.

Eingin kurvabóltur verður á Oyggjaleikunum á Orknoyggjum um tvey ár, og tí liggur tað á Kurvabóltssambandinum at finna hóskandi avbjóðingar til landsliðini næstu árini.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017