Eiri vann gull og varð skaddur

bannari
Eiri vann gull og varð skaddur
Í fjórðu royndini hjá Eira J. Glerfoss vildi baklæri ikki meir, og hóast gullið kom til høldar kortini, er nú ivasamt, um sprintarin kann renna stafett fríggjadagin
12.07.2023 - 22:50

Alt gekk eftir ætlan hjá Eira Jógvansson Glerfoss.

Hann hevði lopið 7.12 í fyrstu royndini, og hóast hann ikki var komin longur út, hevði hann trý lop eftir til at røkka út ímóti 7.40 metrum, sum var málið.

Tá hann við fullari ferð setti kós ímóti sandinum fjórðu ferð, steðgaði hann brádliga, og tá hann tók um baklærið, sá ikki gott út.

Hann skræddi nummarið av sær mestsum beinavegin, tí hann visti, at tað ikki loysti seg at royna umaftur.

Hetta var eitt lítið vónbrot, men sigurin fekk hann kortini, og tað var plástur á sárið. Tað, sum verri er, er at sprintarin kanska ikki kann taka lut í føroysku mansstafettini fríggjadagin.

Tað kemur illa við, tí við honum og Jónasi G. Isaksen á liðnum, høvdu Føroyar havt góðan gullmøguleika.

Hvørki Eiri J. Glerfoss ella venjararnir vildu avskriva møguleikan, tí tað var ikki greitt beinanvegin, hvussu ringur skaðin er.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017