- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ítróttarfólkini eru stór íblástrarkelda
Fríggjakvøldið fekk Heri Simonsen gullnál frá Ítróttasambandi Føroya.
Á hugnaløtu á oynni Herm, var heiðurin handaður Hera Simonsen fyri í nógv at hava gjørt "eitt munagott arbeiði til frama fyri føroyskan ítrótt".
Heri Simonsen hevur í nógv ár miðla føroyskan ítrótt á fleiri pallum. Serliga mann hann vera kendur fyri sítt pláss í útvarpsstovuni, har hann við hegni gevur frásøgumonnum ein tryggan pall at varpa út frá.
Sjálvur sigur Heri Simonsen, at góð avrik hjá føroyskum ítróttarfólki er stór kelda til íblástur hjá vanliga borgaranum.
- Tað er so motiverandi at síggja føroysk ítróttarfólk... gera sítt besta fyri Føroyar, og tað er ein hin størsta inspiratiónskeldan vit hava, vit vanligu føroysku borgararnir, sigur Heri Simonsen.
Sí longri samrøðu við ótroyttiliga miðlamannin omanfyri.