- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú er klárt til Oyggjaleikirnar
ÍSF-forsetin gleðir seg til Oyggjaleikirnar.
Fyri fyrstu ferð í fýra ár skulu oyggjarnar aftur kappast um heiður og æru, og hesa ferð er Guernsey vertur.
Yvir 100 føroysk ítróttarfólk skulu kappast í 12 greinum, millum annað svimjing, frælsum ítrótti, og skjóting, og vónirnar til føroyingarnar eru góðar.
- Eg vænti, at tað vera góð úrslit. Greinarnar hava í hvussu er vant øgiliga hart upp í móti leikunum, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen.
- Eg havi góðar vónir fyri øll, men í frælsum ítrótti síggja vit júst nú eina ordiliga framgongd, so tað verður sera spennandi at fylgja teimum.
Forsetin varð eisini spurd, nær Føroyar aftur verða vertir fyri leikunum og staðfesti, at umsøknin um at fáa Oyggjaleikirnar í 2031 framvegis liggur á borðinum.
- Vit kundu havt leikirnar í morgin, sigur ÍSF-forsetin.