Næstan 2000 næmingar luttóku á Skúlaleikum 2023

Næstan 2000 næmingar luttóku á Skúlaleikum 2023
Í gjár var endabresturin á Skúlaleikum í Havn, har kurvabóltur var millum nýggju ítróttagreinarnar: - Tað hevur riggað so væl, sigur Súsanna Mørk, sum hevur undirvíst í ár
10.05.2023 - 13:21

Í gjár var endabrestur á ársins Skúlaleikum, tá 15 flokkar hittust til á Hálsi í Havn. Seks ítróttagreinar vóru á skrá: Frælsur ítróttur, flogbóltur, badminton, inniróður, kurvabóltur og rørslumegi.

Næstan 2000 næmingar úr 4., 5. og 6. flokkum kring alt landið hava tikið lut í Skúlaleikum hetta skúlaárið, skrivar Ítróttasamband Føroya.

Kurvabóltur var - saman við rørslumegi - við fyri fyrstu ferð, og Súsanna Mørk, sum hevur undirvíst í kurvabólti á Skúlaleikum í ár, vónar, at hetta kann eggja børnum at spæla kurvabólt í frítíðini.

 - Tað hevði verið tað feitasta, um fleiri komu afturat. Vit hava vaksandi feløg í Havn í hvussu er, og at fáa bygdabørnini við hevði verið uppaftur betri, sigur Súsanna Mørk.

Børnini høvdu eftir øllum at døma ein stuttligan dag á Hálsi, men Sigrid Bech Nolsøe og Vera Alstrup Vang úr Skúlanum av Fløtum iðraðu seg um, at tað ikki eydnaðist at vinna leikirnar.

 - Tað gekk okey, men vit eru eitt sindur keddar um, at vit ikki vunnu, søgdu tær.

Hetta er annað árið, at Skúlaleikir eru, og sambært Katrini á Neystabø verða teir aftur í sama líki komandi skúlaár. Eisini verður arbeitt við at bjóða hádeild og innskúling okkurt, men enn er ikki greitt, júst hvussu tað tilboðið fer at síggja út.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982